Henning Larsen (20. august 1925 í Opsund - 22. juni 2013 í Keypmannahavn[1]) var ein danskur arkitektur. Hann markeraði seg bæði í Danmark og í øðrum londum og er serliga kendur fyri eitt nú bygningin hjá Uttanríkisráðnum í Riyadh.
Hann var útbúgvin á Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn í 1952. Hann fekk eisini undirvísing á The Architectural Association, London og *The MIT School of Architecture, Boston.
Í 1959 stovnaði hann sína egnu teknistovu, sum eitur Henning Larsen Architects.